Fyrireikingarnar til ársins Vísindavøku eru av álvara farnar í gongd. Sum undanfarin ár verða allir granskingarstovnarnir í Føroyum við í tiltakinum, sum hevur til endamáls at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Á gransking.fo vita tey at siga, at tað verður matur, sum verður í fokus á vísindavøkuni 201.
Tað verða framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni og tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, lukta, smakka og hoyra um gransking í mati. Hugtakið matur verður her hugsað í víðastu merking: Hvat náttúrutilfeingi kann nýtast sum matur, hvussu framleiða og goyma vit mat í vinnuni og heima, hvat eta vit og hvat ger tað við okkum, hví er matur onkuntíð vandamikil at eta og hvussu fáa vit vart okkum, hvønn mentanarligan og sosialan týdning hevur matur. Fólk frá granskingarstovnunum og onnur fara at greiða frá og leggja lag á.
Framsýning av tekningum frá teknikapping fyri børn og ung verður og handan av heiðurslønum til vinnararnar. Eisini verður handan av ársins miðlaheiðursløn.
Eins og í fjør verður Vísindavøkan í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Hesaferð fara framsýningar og tiltøk at vera í stóru høllini, meðan framløgurnar vera í vanliga fyrilestrarhølinum. Harafturat fara nøkur tiltøk at vera í hølunum hjá granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegnum. Har verður millum annað rundvísing á rannsóknarstovunum og ymsar royndir verða gjørdar.
Vísindavøkan er opin fyri øll. Tiltøkini verða frá morgni og til umleið midnátt og øll tiltøk eru ókeypis.