Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis

Prísvøksturin heldur fram, vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovuni

Prísvøksturin heldur fram, og prísirnir eru hækkaðir 3,0 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum.

 

Størsti prísvøksturin er í bólkinum býli – rentur og prísur á brenniolju ávirka prísvøksturin mest.

 

Matvøruprísirnir hækka framvegis, men við lægri ferð enn teir hava gjørt seinastu tvey árini.

 

Prísurin á húsbúnaði og húshaldsútgerð stendur í stað, og prísurin klædnavørum og fótbúnaði er hækkaður minni enn eitt prosent.

 

Árligi prísvøksturin í Føroyum er størri enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,6 prosent. Prísvøksturin í Danmark í mai var enn lakari — 2,2 prosent. Árligi prísvøksturin Í Føroyum er á sama stigi sum í Noregi.

 

Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 5,8 prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 3,7 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finlandi, hann er 1,5 prosent.