Matur kann broyta sinnalagið

Lyndislagið hongur í stóran mun saman við tí, vit eta. Mangul uppá lívsneyðug føðsluevni kann elva til sinnalagsbroytingar. Tíverri hevur læknavísindin givið hesum lítlan ans. Men lukkutíð hava nógvir granskarar fingist við at kanna, hvussu sinnislagið er bundið at føðini, og dugnaligir kostráðgevarar hava við tíðini savnað stóra vitan og royndir á økinum. Hetta skrivar Carsten Vagn-Hansen, lækni og heilsuráðgevi, í danska heilsublaðnum, Naturli


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
Tað eru fleiri orsøkir til, at børn gerast órólig og torfør, men í nógvum førum finst orsøkin í kostinum, tey fáa. Longu fyri 20 árum síðani, varð í Onglandi víst á, at mangul uppá lívsumráðandi feitar sýrur kundi vera ein faktorur, sum ger, at børn gerast ovuraktiv, oftast nevnt DAMP ella ADHD.
               Longu í 1975 evnaði ein barnalækni í USA eina serstaka kostætlan fyri ovuraktiv børn, har ávís føðsluevni vórðu útihýst. Serliga vóru tað fruktir, sum innihalda náttúrligt evni, sum tarna umbroytingini av feitum sýrum. Henda kostætlanin vísti seg at minka um eyðkennini við ADHD.
               So við og við eru víðfevnd prógv um, at vantandi goymsla og framleiðsla av lívsumráðandi feittsýrum er ein av størstu orsøkunum til eina røð av samanhangandi barnasjúkum, eitt nú orðblindni, astma og ovurviðkvæmi.
               Tað er prógvað, at ovuraktiv børn hava eitt lægri innihald av sinki og jarni í blóðinum, landinum og hárinum. Eisini er prógvað, at fleiri evni, sum verða nýtt í góðgæti, lækka sinkið í blóðinum.
               Í eini gransking eru royndir gjørdar við at geva børnum við ADHD ískoyti av sinki, jarni og selen, ella teimum lívsneyðugu feitu sýrunum.
               Nógv tann størsta broytingin sást hjá teimum børnum, sum fingu bæði mineralískoyti og feitar sýrur.
               Ovuraktiv børn og børn við ADHD eru ofta ógvuliga viðkvom fyri stórum nøgdum av sukri. PET-skanningar vísa, at hesi børnini ikki brenna sukur nóg væl. Serstakliga tað reinsaða sukrið er stóri syndarin.
               Carsten Vagn-Hansen er kendur, sum  útvarpslækni. Hann hevur fleiri heimasíður um heilsu og kost; ein av teimum er www.radiodoktoren.dk