Matur 20% dýrari

Kanningin hjá Hera á Rógvi vísur, at tað er sum heild, at bæði vørur og tænastur eru dýrari í Føroyum enn í Dan­mark.
Eini 45% av allari nýtslu hjá einum húsarhaldi eru tænast­ur av ymsum slagi og 55% eru matur og aðrar ítøki­ligar handilsvørur.
Í Føroyum er matur og aðrar vanligar gerandisvørur 20% dýrari at keypa enn í Dan­mark.
Og fjarskiftið er ser­stak­liga nógv dýrari í Før­oyum enn í Danmark, tí á hesum øki er prísmunurin heili 45%.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at aðrar vørur, enn mat­ur, eru 14% dýrari í Før­­oy­um enn í Danmark og býli er eini 30% dýrari enn í Dan­mark.
Somuleiðis eru renturnar í Føroyum nógv hægri enn í Dan­mark.
Summar vørur og tænast­ur eru eisini bíligari í Før­oyum enn í Danmark, eitt nú at fara tannlækna, bara fyri at nevna eitt dømi.
- Men ein orsøk til tað kann eisini vera, at tá ið alt annað er goldið, er ikki so nógv eftir til tannlæknar og aðrar tænastuveitingar av yms­um slagi.
Hinvegin er brennievni til bilar og hús eisini væl bíligari í Føroyum enn í Danmark.Talan er um ein prísmun upp á 17-22% til okkara fyrimun og tað er nakað, sum merkist í heildarmyndini.

Avgjøld gera munin
Tað, sum ger brennievni nógv bíligari í Føroyum, er, at ein stórur part­ur av samlaða prísinum, er avgjøld av ymsum slagi, sum tað almenna krevur.
- Í Føroyum eru avgjøldini nógv lægri enn í Danmark. Og verða prísirnir ruddaðir fyri avgjøld, er tað ógvuliga iva­samt um prísurin á brenni­evni tá hevði verið bíligari í Føroyum, enn í Dan­mark.
Men í hesum sambandi kann leggjast afturat, at sam­gongan hevur í umbúna at leggja umhvørvisgjald á brennievni, so tann munurin fer eisini at minka nokk so fitt.
Hinvegin hava vit heldur ikki ognarskatt í Føroyum,men tað eru eisini røddir frammi um tað, ikki so nógv frá politiskari síðu - enn í hvussu so er. Higartil eru tað mest búskaparfrøðingar, sum hava talað fyri at seta ognar­skatt í verk í Føroyum.