Máttu útseta PISA-royndina á Argjum

Tríggjar av fýra PISA-royndum vóru seinkaðar, tann fjórða útsett til í morgin.

Eftir ætlan skuldu 9. flokkarnir í Venjingarskúlanum, í Kommunuskúlanum, á Argjahamri og á Sandi til sokallaðu PISA-royndirnar í dag. Men tá royndin skuldi byrjað klokkan 08.30, virkaðu geymarnir frá Mentamálaráðnum ikki.

Fyrst vóru royndirnar útsettar til klokkan 11, síðani klokkan 13. At enda eydnaðist at halda royndirnar í Kommunuskúlanum, í Venjingarskúlanum og á Sandi, meðan royndin á Argjahamri er útsett til í morgin, sambært Kringvarpinum.

700 næmingar skulu til PISA-roynd hesar dagarnar. Seks royndir afturat vera í morgin, fimm mikudagin og sjey hósdagin.