Tá u19 landsliðið hjá gentum fyrr í dag spældu móti Armenia í bólki B í Woman's Trophy-kappingini í Georgia, riggaði teknikkurin ikki sum hann skuldi.
Úrslitið var, at tá føroyski tjóðsangurin av røttum skuldi spælast, var tøgn í hátalarunum.
Føroysku genturnar vistu tó ráð. Tær stemmaðu í og sungu fyrsta ørindi í tjóðsanginum sjálvar.
Eitt kykmyndabrot av sanginum liggur á facebookvanganum hjá Flemmingi Oliver Jensen, venjara. Trýst her fyri at síggja brotið.