Í morgun kom ein útlendskur ferðamaður illa fyri, tá ið hann fór at rógva við kajak á Leitisvatni í tí nógva vindinum sum var.
Hann hevði leigað sær eina kajak, og útleigarin helt eyga við honum. Løgreglan sigur, at boðini vóru, at hann skuldi halda seg inni við, har hann grynti, men tá ið hann kortini endaði heilt úti á vatninum, varð ringt til løgregluna, tí tey hildu, at ein bátur átti at farið eftir honum.
Bjargingarliðið á flogvøllinum varð boðsent. Tey hava bát á Leitisvatni, og tey riggaðu so til at fara eftir honum. Men ímeðan hólvdist kajakkin í vindunum, og maðurin datt útí. Hann var í vesti, so hann fleyt, og tað gingu nakrir minuttir, til bjargingarbáturin kom út til hann og fekk bjargað honum.
Løgreglan sigur, at vatnið er kalt, og tí var maðurin eisini rættiliga kaldur, so tískil varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Men haðani eru boðini, at hann fekk hita aftur í kroppin, so hann slapp væl.