Mattias var triðbestur í HM

Inniróður: Ungi rógvarin úr Hósvík vann bronsu á 2000 metrum

Mynd: RSF

HM kappingin í inniróðri er av á hesum sinni. Í gjár vann Vár Guriardóttir Hansen HM gull á 500 metrum fyri U-23, og Sarita vann HM gull á 500 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár í lættvekt. Hon vann fyrr í dag gull á 2000 metra teininum.

 

Sjey føroyingar luttóku í kappingini og umframt tær báðar, sum vunnu gull, vann ein annar føroyingur heiðursmerki. Tað var Mattias Durhuus úr Hósvík, sum vann bronsu á 2000 metra teininum fyri U-19 menn. Tíðin hjá honum var 06:17.1.

 

Í gjár luttók Mattias Durhuus í kappingini á 500 metrum, og tá endaði hann á fjórða plássi.

 

Mynd: RSF