Fyrr í dag spældu føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia venjingardyst móti SønderjyskE á heimavølli. SønderjyskE spælir eisini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
SønderjyskE vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið tá 14 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Sambært Fredericia Dagblad stóð Mattias seg væl í málinum hjá heimaliðnum. Fredericia Dagblad heldur tó, at FC Fredericia er 10 prosent aftanfyri SønderjyskE, ið er ein av favorittunum at flyta upp í superliguna.
Sunnudagin 25. februar spælir Fredericia fyrsta dystin í næstbestu donsku deildini í 2024. Dysturin verður á útivølli móti Hobro.