Mattias hevur ikki spælt ein kappingardyst síðani 2. august

Hóast hann fer til Fredrikstad í summar vardi Valdemar Birksø málið hjá Fredericia ígjár

Flestu fótbóltsvenjarar velja aftaná ein leikari er seldur at satsa upp á leikararnar, ið framvegis hava sáttmála við felagið.

 

Men soleiðis hugsar høvuðsvenjarin hjá FC Fredericia, 53 ára gamli, Michael Hansen ikki.

 

23 ára gamli málverjin, Valdemar Birksø, ið stóð væl í heyst aftaná Mattias bleiv skaddur í dysti 2. august, hevur gjørt sáttmála við liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad, og tað er staðfest, at hann gevst í Fredericia í summar. Tí vóru við føroyskum eygum møguleikarnir góðir fyri, at Mattias H. Lamhauge fór at verja málið hjá Fredericia í heimadystinum móti HB Køge ígjár.

 

Men maðurin sum stingar av í summar slapp aftur at verja málið hjá Fredericia, og Mattias mátti síggja enn ein kappingardyst hjá Fredericia frá beinkinum. Mattias hevur vart málið hjá Fredericia í summum venjingardystum fyrr í ár, men hann hevur ikki spælt ein kappingardyst fyri Fredericia síðani 2. august í fjør.

 

Fyri Eyðun Klakstein, landsliðsvenjara sum hevur mist møguleikan at taka Teit Matras Gestsson út, tí hesin hevur lagt handskararnar er tað eitt avgjørt minus, at bara Bárður á Reynatrøð er í løtuni fyrsta val á sínum liði, av teimum trimum málverjunum, ið vóru í landsliðshópinum í fjør.

 

Annars tapti Fredericia 1-2 (1-1) fyri HB Køge í dystinum á heimavølli ígjár. HB Køge skoraði sigursmálið seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Fredericia er næstfremst í deildini við 37 stigum. Teir eru níggju stig aftanfyri greiða oddaliðið, OB, og teir eru seks stig frammanfyri Esbjerg og Horsens.