Nakrir ungir mans úr 3. g í Hoydølum eru farnir undir eina heilt serliga kapping.
Á Facebook hava teir gjørt eina síðu, sum teir kalla Faroese Food Challenge.
Umvegis síðuna geva teir fólki, teir kenna, avbjóðingar, sum til dømis at eta eina krukku við majones, eta 10 mars upp á hálvan tíma og so framvegis.
Í morgun vitjaðu teir fimm dreingirnir á Rás2, har teir hesaferð sjálvir fingu eina avbjóðing; ein teirra skuldi eta 10 kili.
Arnbjørn, sum bleiv valdur at taka sær av hesi avbjóðingini, megnaði at eta fýra kili, og so mátti hann geva skarvin yvir.
- Eg klári ikki meir, segði Arnbjørn, meðan vatn rann úr bæði eygunum og nøsini, eftir at hann hevði etið fýra kili.
Hygg her á síðuni eftir videobrotinum, har teir fimm dreingirnir vitja í morgunsendingini, og Arnbjørn roynir at eta 10 kili.