Matti fyrireikaði hópdrápið í seks ár

Tann 22 ára gamli Matti Juhani Saari tók tíggju ungdómar við sær í deyðan í einari atsókn, sum hann fór undir at leggja til rættis fyri seks árum síðani

Tá Matti Juhani Saari fór inn í handilsskúlan í Kauhajoki við skammbyrsu síni gjáramorgunin , var tað ikki eitt hugskot, sum hann brádliga hevði fingið. Tvørturímóti heldur finska løgreglan, at hann fór undir at fyrireika atsóknina longu fyri seks árum síðani.

Løgreglumaðurin Jari Neulaniemi, sum stendur fyri kanningunum í sambandi við hópdrápið, sigur við svenska blaðið Aftonbladet, at í íbúðini hjá drápsmanninum fann løgreglan eitt skriv og ein pappírslepa, sum benda á, at Matti Juhani Saari var væl fyrireikaður, tá hann fór frá húsum gjáramorgunin.

Tann fyrsta tilkallingartelefonin ringdi á løgreglustøðini klokkan 10.45, og løgreglan bleiv kunnað um skot við handilsskúlan. Ein hálvan tíma frammanundan hevði byrsumaðurin verið á elnótini, har hann hevði skrivað ein stuttan tekst, sum hann kallaði "Hópdráp í Kauhajoki". Síðani fór hann á sína drápsferð, sum vardi ein góðan tíma, og sum kostaði honum sjálvum og tíggju øðrum ungdómum lívið.

 

Bleiv avhoyrdur

Tann 22 ára gamli Matti hevði verið virkin á alnótini, og ein sjónbandaupptøka við hóttanum fekk mánadagin løgregluna at avhoyra hann. Men sambært Onnu Holmlund, innanríkisráðharra, helt løgreglan seg ikki hava grundarlag fyri at taka byrsuna frá Matti ella at taka vápnaloyvið frá honum. Hetta er fallið mongum finnlendingum fyri bróstið, og alt bendir á, at avgerðin hjá løgregluni skal kannast út í æsir.

Samstundis fer sorgartilburðurin í gjár at elva til, at finnlendingar aftur fara at tosa um ta lagaligu vápnalógina, sum heimilar fólki at eiga vápn, tá tey hava fylt 15 ár. Tann einasta treytin er, at foreldrini góðtaka tað, og at vápnið er undir einum ávísum eftirliti. Vápnalógin bleiv dúgliga umrødd aftan á tilburðin seinasta heyst, tá átta fólk doyðu í einum skúlahópdrápi, og soleiðis verður eisini nú, skriva finsku fjølmiðlarnir.