– Ja, tú sparir upp í 50%. Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar matupplivingar, sum tit annars ikki høvdu givið tykkum far um.
Soleiðis skrivar Kunningarstovan í Havn.
Á Matstovudøgum hevur tú møguleika at royna nakrar av bestu matstovunum í Havn fyri ein betri prís. Allar luttakandi matstovur bjóða tríggjar rættir fyri einans 350 kr. fyri hvønn. Til ber eisini at bíleggja sjey rættir fyri 450 kr. á útvaldum matstovum.
Gerið tykkum til reiðar at bíleggja borð, tá bókingarskipanin letur upp fríggjadagin 26. januar kl. 12. Vel millum átta matstovur, bíleggið pláss á matstovudagar.fo, og etið tykkum mett á tykkara yndis matstovu fyri einans 350 kr.
Vit gleða okkum okkum at síggja tykkum til Matstovudagar 2024.











