Matstova í Hvidesande bjóðar føroyingum ein betri bita

Matstovan »Slusen« Hvidesande verður rikin av Barbaru Jensen, ið er hálvur vágbingur og av vágbinginum Julius Vest. Tey bjóða føroyingum vælkomnum innar og tey ætla eisini at hava ymiskt til føroyingar á matarlepanum. Og Føroyingarfeløg í Danmark fáa nú eisini eitt gott tilboð

Matstovur

Restaurant Slusen í Hvidesande er matstova, ið hevur gott orð á sær. Matstovan skifti herfyri eigara, men varð kanska ikki rikin so væl, sum hon kundi verið. Matstovan kom aftur á sølulista og tá Barbaru Jensen stóð í boði at keypa, tók hon av. Hetta var í apríl í ár.
Barbara er hálvur vágbingur og hevur í fleiri ár siglt við Norrønu. Hon er útbúgvin hotellkokkur. Saman við henni starvast Julius Vest, ið eisini er úr Vági, og sum somuleiðis hevur siglt við Norrønu.
Til føroyingar
Slusen er gomul matstova, ið mest er kend sum fiskamatstova. Vanliga koma fólk úr øllum Danmark at fáa sær ein betri bita, t.d. handilsfólk úr Keypmannahavn.
Slusen liggur í hugnaligum umhvørvi í gongugøtuni við bryggjuna og, sum navnið bendir á, við eina slúsu. Útsýnið og hugnin er tí í hásæti.
Hyggur ein at matarlepanum, so ivast ein ikki. Her er ein menu á høgum støði. Forrættir, kjøt, fiskur og alt gott úr sjónum. Til ber at fáa ál og fiskurin er oftast føroyskur toskur, tí hugsað verður um góðsku. Og við bryggjuna liggur annars væl fyri at fáa hendur á fiski, ið júst verður førdur til lands. Tað er komið fyri meira enn ta einu ferðina, at gestir væl nøgdir hava skýrt matgerðina fyri list, matlist.
Men tey bæði Barbara og Julius hava ætlanir um at hava ymsan føroyskan mat á skránni eisini. Nógvir føroyingar leggja leiðina framvið Hvidesande og í Slusen vilja tey fegin heilsa uppá føroyingar. T.d. eru ætlanir um at hava turran fisk, lunda og ræst kjøt at bjóða.
Hetta er eisini gyltur møguleiki hjá føroyingafeløgum í Danmark. Í matstovuni Slusen fara tey, tá tað nærkast jólum, at verða til reiðar at standa fyri jólaborðhaldum, og føroyingar eru vælkomnir og hava møguleika at fáa eina føroyskan bita.
Matstova og café
Mýggju eigararnir vóna at síggja føroyingar støkka inn á gólvið, um teir koma á leiðina við Hvidesande, tí tiltikna føroyska gestablídni er ein sjálvfylgja afturvið góðum ábiti.