Nú er vorðið dýrari at fáa matrikuleringar framdar. Matrikulgjøldini í Føroyum hava í nógv ár verið nógv tey lægstu í norðurlondum. Tí hevur Løgtingið, eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni og Innlendismálaráðnum, nú gjørt av at hækka gjøldini, við gildi frá fríggjadegnum 13. februar 2009. Hetta merkir, at allar matrikulerar umsóknir eins og umbønir um kort og líknandi, ið er innkomnar frá hesum degi, verða avgreiddar eftir teimum nýggju gjøldunum. Umsóknir, ið eru innkomnar áðrenn 13. februar 2009, verða avgreiddar eftir teimum gomlu gjøldunum, sigur Umhvørvisstovan.