Matoyðsl: Politikarar mugu taka størri stig

– Vit kunnu ikki fáa skil á umhvørvistrupulleikunum við skjótum loysnum. Dálking og ovurnýtsla krevja, at stór politisk stig verða tikin. Hetta merkir ikki, at einstaklingurin ikki kann vera við í tilgongdini, men verður arbeitt kollektivt, so verður munurin størri og boðskapurin kraftigari, sigur Gunnhild Dahl Niclasen, BA í stjørnamalafrøði og MA í humanøkologi.

 

 

Í februar mánaða í 2016 varð ein nýggj lóg samtykt í Fraklandi, sum bannar stórhandlum at blaka mat burtur og at stoyta bleikingarevni oman á matin. Í staðin skulu stórhandlar semjast um at geva matin til vælgerandi fegalsskapir. Gunnhild heldur, at vit í Føroyum eisini skulu tora at seta stór krøv og smíða lógir, sum trýsta fólk til at hugsa øðrvísi.

 

 

Hon greiðir frá, at beint fyri at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag - har hon er nevndarlimur - varð endurstovnað í 2014, varð lítið og einki tosað um umhvørvið, men seinastu árini er ein stór hugburðsbroyting farin fram millum fólk. Nú er meir ljós varpað á trupulleikarnar, og fólk hugsa meir um at eta umhvørvissliga rætt. Tó, so eru fólk troytt av, at øll ábyrgdin hongur á einstaklinginum, og eftirspurningur er eftir størri politiskum vilja á økinum.

 

 

40 prosent av framleidda matinum í heiminum í dag verður blakaður burtur aftur. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum eisini er eksisterar í Føroyum. Tað eru fýra lið um at burturbeina mat. Tað fyrsta liðið er framleiðslan, har nógvur matur verður burturbeindur av kosmetiskum og øðrum orsøkum. Eisini verður nógv burturbeint, eftir at tað er flutt til Føroya, tí tað oyðilagt á ferðini. Orsøkin er, at handlarnir skulu síggja vakrir út, og brúkarin skal tíma at keypa vøruna. Handlar burturbeina eisini, tá nýggj vøra kemur, vøra er skødd, og tá vøra nærkast haldførisdato. Einstaklingar og húsarhald beina eisini nógvan mat burtur, og tað er fyrst og fremst tí, at vit liva í yvirflóð og ikki kenna til at hava ov lítið, heldur hon.

 

 

– Í dag er matur lætt atkomuligur, og vit vita ikki, hvat tað merkir at ganga svong. Eisini kenna vit lítið og einki til framleiðslu av mati og orkuna, sum verður løgd í framleiðslu, tí maturin verður framleiddur aðrastaðni. Høvdu vit havt tað sambandi við matin, sum ein fær, tá ein framleiðir hann, so høvdu vit kent virðið á matinum á ein annan hátt, sigur hon.

 

 

– Tey, ið hava seyð, fiska ella hava eplaveltu vita, hvat arbeiði skal til fyri at framleiða mat, leggur hon afturat.