Her á nýggja summartorginum í Vágsbotni verður matmarknaður sunnudagin

Matmarknaður í Vágsbotni sunnudagin

Sunnudagin skipar Matkovin fyri staðbundnum matmarknaði á summartorginum í Vágsbotni. Á matmarknaðinum verður høvi at keypa alskyns hágóðskuvørur til ólavsøkuborðið og summarhugnan frá føroyskum bóndum. 

 

Her á nýggja summartorginum í Vágsbotni verður matmarknaður sunnudagin

Tað skrivar Visit Tórshavn.

Luttakandi framleiðarar koma við øllum góðum úr sjógvi og haga: 

gamal skrædlaður havhestur 

garnatálg 

gásalivurpostei 

hvannsalt 

hvannsúltutoy 

hvannte 

hýsa 

kjøtpylsa 

lambslivurpostei

livradeiggj

malið neytakjøt 

rabarbusaft 

rabarbusúltutoy

ræst kjøt 

saltað neytakjøt

skerpikjøt

skinku 

súlta kálrabi

súltutoy 

toskur 

turt lambskjøt 

Eisini verður føroyskt te frá nýggja felagnum, Urt, at fáa í Vágsbotni, og Reynafressurin og Reynakettan fara at selja brúsandi rabarbusaft at drekka á staðnum. 

Jákup Sumberg verður í Vágsbotni við Sumberg´s Chowder Twist - Sitrón og kryddurta rimmaður fiskur, kræklingur og fiskasuppa við kræklingasoð. 

Hevur tú funnið rætta summarvínið? 

Sunnudagin verður eisini møguleiki hjá tí forvitna at royna okkurt nýtt. Kundi tú hugsa tær at vita meira um náttúruvín, so er hetta ein gyltur møguleiki, tá Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur "Rødder og Vin" av Nørrebro, fer at selja náttúrruvín í gløsum á summartorginum í Vágsbotni. 

Sólfinn verður roknaður sum serfrøðingur innan økið, og hevur drúgvar royndir. Tveir kranar verða settir upp og skonkt verður úr fati ella sonevndum keykegs. Hetta er besti og mest umhvørvisvinarligi hátturin at goyma og flyta vín, siga tey frá "Rødder og Vin". 

Náttúruvín fær allsamt størri undirtøku millum kennarar, og nú fáa føroyingar eisini møguleikan at víðka vín-sjónarringin. Umframt sølu av víni verður eisini annað forvitnisligt á mat- og vínmarknaðinum í Vágsbotni sunnudagin 17. juli frá kl. 14 til 18.

 

 

Her á nýggja summartorginum í Vágsbotni verður matmarknaður sunnudagin