-Navnframa spanska matstovan elBulli dregur einsamøll 5 milliónir ferðafólk til Spania á hvørjum ári! Hetta segði svenski mat-ambassadørurin, Carl Jan Granqvist í framløgu á tíðindafundi í Tinganesi mikudagin sum dømi um hvussu stóran týdning ein livandi matstovuvinna hevur fyri ferðamannavinnuna.
Umboð fyri Ny Nordisk Mad-átakið hjá Norðurlandaráðharraráðnum, sokallaðu mat-ambassadørarnir, hava vitjað Føroyar í vikuni. Teir hava roynt at fáa innlit í hvat Føroyar hava at bjóða av matmentan og hvussu hendan trínir fram á einum matlistarligum palli. Við sær hava teir havt sjónvarpslið, ið eru við at gera upptøkur til sendingar um norðurlendska mat-ævintýrið.
Vinnumálaráðið og okkara egni norðurlendski mat-ambassadørur, Leif Sørensen, hava verið vertir fyri vitjanina. Ambassadørarnir hava m.a. roynt mat frá Leif Sørensen í sjáldsomu karmunum í roykstovuni í Kirkjubø, og verið umborð á Norðlýsinum og hoyrt Birgir Enni við eldhuga greiða frá sínari vitan um skeljadjór. Gunndur Fossdal, kokkur á Hotel Føroyum hevur víst fram hvussu gistingarhús í heimsflokki kann bjóða spennandi nýtulkaðan føroyskan mat.
Ambassadørarnir hava eisini sett Landsstýrið stevnu og víst á hvørjar trupulleikar norðurlendsk matlist søguliga hevur havt at dragast við, hóast tilfeingið hevur verið stórt. Gleðin at njóta mat hevur altíð verið undirkúgaður í Norðanlondum og hevur tað havt tað avleiðing, at skuldarkensla er bundin til at eta eina máltíð í Norðanlondum. Rituelt hevur tað ikki verið góður tóni at fagnast og njóta góðan mat. Tvørturímóti hevur gerandismatur sum oftast verið asketiskur, litleysur og eiðasørur fyri passión.
Men alt tað er nú farið í londunum rundan um okkum, kundu ambassadørarnir greiða frá. Ein áhugi og fagnaður fyri øllum tí norðurlendska spírar fram nú. Skuldarkenslan er burtur, politikarar stinga miðvíst út í korti, ætlanir at menna eina matmentan at taka upp kappingina við størri londum.
-Norðurlendsk matmentan er eyðkend við frískleika, reinleika og tí einfalda og tað er framúr pallur at smíða á til framtíðina, slóð formaður fyri Ny Nordisk Mad-stýrið, Eivind Hålien fast á tíðindafundinum.
Greiði boðskapurin frá norðurlendsku matambassadørunum er at ein livandi og sterk matmentan við sjálvsáliti kann vera grundarlag fyri at fremja matstovuvinnuna, matvøruvinnuna, útflutningsvinnuna, ferðamannavinnuna og ikki minst tjóð-samleikan.
Løgmaður, Vinnumálaráðharrin og Mentamálaráðharrin tóktust at sita nakað kløkk á tíðindafundinum meðan tey lurtaðu á. Tað er okkurt sum bendir á, at tey eru vaknaði við kaldan dreym og nakað seint á sjóvarfallinum eru vorðin var við hendan møguleika.










