Matiné í Havnar kirkju

Tað eru tveir tónleikarar úr Noregi, sum koma at spæla og syngja.

Tað eru tveir tónleikarar úr Noregi, sum koma at spæla og syngja.

Hilde Haraldsen Sveen er sangari og undirvísir á Griegakademiðinum í Bergen og Per Inge Hove er urguleikari.

Tey hava í eini verkætlan funnið fram sangir, sum gjøgnum tíðirnar hava verið sungnir í tí tey í Noregi kalla »Bedehusmiljøene« – sum kann sigast at samsvarar missiónshúsini her heima hjá okkum.

Heitið á skránni er titulin á ein av teim kendu sangunum úr tí umhvørvinum: »Om jeg eide alt men ikke Jesus«,  sum eisini er kendur her hjá okkum »Um eg átti alt, men ikki Jesus«.

Duoin tulkar hesar sangir við eini varligari kenslu fyri innihaldið í sangunum og í kærleika til tey, sum hesir sangir hava so stóran týdning fyri.

Av øðrum sangum, sum tey framføra kunnu nevnast: Hans navn skal kalles Jesus. Lær meg å bede, Gud. Det skal bli strømmer å nåde.