Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju
Angelika Nielsen, violin og Anna Hüdepohl, akkordeon framføra ymiskan tónleik, millum annað barokmusik og verk hjá føroysku tónaskøldunum Kristiani Blak og Paula í Sandagerði.
Angelika Nielsen byrjaði fýra ára gomul at spæla violin. Á Tónlistarskólanum í Reykjavík tók hon útbúgving sum violinlærari. Hon las eisini á Musikhøgskolan i Malmø og hjá Sergej Azizian á konservatoriinum í Keypmannahavn.
Umframt at vera virkin tónleikari í fjølbroyttum og ymiskum samanhangum, starvast hon eisini sum colourstrings-tónleikalærari.
Anna Hüdepohl er utbúgvin musikklærari og hevur solistutbúgving frá musikkonservatoriinum i Aarhus. Hon starvast í Føroya Musikkskúla og nýtir eisini colourstrings metoduna í sínari undirvísing.










