Tørvurin á mathjálp frá Frelsunarherinum trífaldaður

Men goymslurnar eru fullar aftur

Aftur ein vika farin framvið, men hendan var ikki sum hinar vikurnar í tey skjótt 11 árini, eg havi arbeitt fyri Frelsunarherin.

Soleiðis skrivar Martin Kúrberg, leiðarin í Herberginum hjá Frelsunarherinum.

Hann sigur, at tá hann mánadagin hugdi eg eftir goymslum teirra, ið altíð plaga at vera rímiliga fyltar, varnaðist hann, at tær vóru um at vera tómar.

– Og eg bleiv eitt sindur kløkkur, skrivar hann.

– Men tøkk og lov fyri at vit eiga fyritøkur og einstaklingar, ið eg havi havt samband við hesa vikuna, sum hava syrgt fyri at goymslurnar aftur eru fullar.

– Hví hendir hettar? spyr Martin Kúrber og svarar sjálvur:

– Jú streymurin av mateskjum er trífaldadur hesa seinastu tíðina. Og eina løtu mikukvøldið, tá ið eg sat uppi í Hoyvík, kom ein spurningur til mín.

– Koyra vit veruliga so nógvan mat út til neyðstaddar føroyingar?

– Svarið er einkult, eftir at hava møtt fleiri familjum, ið høvdu tørv á hjálp hesa vikuna.

– Tað eru føroyingar, ið veruliga eru í ógvuliga truplari støðu í løtuni. Men tey rópa ikki hart um støðu sína, skammast og eru ikki sørt mótleys, sigur Martin Kúrberg.

Hann vísir á, at politikarar siga, at hjálpin er á veg til hendan bólkin.

– Eg vónin, at teir bera skjótt at, tí her telur hvør dagur.

– Eisini vil eg takka  starvsfólkum okkara fyri ein góðan innsats hesa seinastu krevjandi tíðina, skrivar Martin Kúrberg.