Mathilda úr Kaldbak gjørdist mamma at 500 børnum

Mathilda Jacobsen var mostir landsdjóralæknan, Dánjal Bærentsen, og var hon umrødd í Miðvikuni herfyri. Her er søgan um eina merkisverda kvinnu

Tað hava verið nógvir føroyingar, sum hava gjørt seg galdandi í Dan­mark. Summar av teimum hoyrist um, meðan einki hoyrist um onn­ur.
Í frásøgnini hjá Dánjal J. Bærent­sen í Miðvikuni varð eisini greitt frá mostir hansara Mathildu, sum gjørd­ist leiðari á donskum barna­heimi uttan at hava gingið í skúla yvirhøvur. Pápin lærdi børnini at lesa og skriva.
Nú er frætt meira um Mathildu. Tað er so heppið, at Miðvikan hevur nógvar áhugaðar lesarar, sum eisini geva síni íkøst um persónar, sum eru umrøddir.
Aftaná umrøddu Miðvikuna fekk eg frá einum lesara ávíst eitt 100 ára minningarrit fyri Kong Chr. IX’s Børnehjem í Århus, sum var sett á stovn í 1909. Tað var her Mathilda virkaði, og hennara leiklutur fyllir ein stóran part av ritinum. Tí kunnu vit her geva eitt íkast til søguna hjá Mathildu.

Lívsstarvið gjørdist at ansa eftir børnum
Mathilda varð fødd í 1890. Foreldrini vóru Tummas í Heimistovu við Á (Thomas Christian Frederik Ja­cob­sen, f. umleið 1850, Petrine Sophie, f. Nolsøe, f. umleið 1861. Mathilda misti tíðliga foreldrini. Saman við eini vinkonu fór hon til Danmarkar í 1911, og tað var skjótt, at hon kom at starvast í barnaforsorgini.
Hon fekk starv í 1917 á umrødda barnaheiminum. Í fyrsta umfari skuldi hon bert vera ráðgevandi fyri leiðaran, N.K. Thomassen, sum hevði mist konu sína tvey ár framm­an­undan. Hetta var ein stórur missur, tí konan átti sjálv­andi ein stóran leiklut á einum slík­um barnaheimi.
Tískil varð tað skjótt, at Ma­thilda gjørdist høgra hond hjá Thomas­sen, soleiðis sum sagt verð­ur í minn­ingarritinum:
”Børnehjemmet havde fået endnu en ildsjæl, der ”tog sig selv” med på arbejde. Det var hende, der frem for nogen, fik aflivet myten om, at det var ”synd” for børne­hjems­børnene. De skulle bo i et hjem, og i et hjem var der regler, tryg­hed og inspiration. Og én ting mere. Et hjem er noget, man er stolt over at komme fra, også hvis der skulde fakde nogen ”uheldige be­mærkninger” ude i byen.”
Sum frá leið komu Mathilda og Thomassen at býta leiðsluna av barnaheiminum sín ámillum.
At fara á barnaheim tá í tíðini var ikki gamansleikur. Barnaheim høvdu ofta ringt orð á sær. Ein genta hevur seinni greitt frá, at tá ið hon fór á hetta barnaheimið, roknaði hon við, at tað vóru tremmur fyri vindeyguni, og at ”det ville være hæsligt at bo på et børnehjem”. Men hon sá skjótt, at soleiðis var tað ikki. Har var gott at vera, og har vóru nógv fitt vaksin og børn.
Dagurin var skipaður. Ein fasta tíð skulu lesast uppá til skúlan, so skuldu sokkar stoppast. Hetta skuldi gerast ordiligt, annars mátti tað gerast um aftur. Kl. 18 var nátturði, kl. 19,30 kvøldsangur, og kl. 20 var songartíð.
Um morgunin skuldi farast upp kl.7, kokkan 7,30 var morgunmatur og morgunandakt, og kl. 8 skuldu børnini vera komin í skúla, og tá ráddi um ikki at vera ov seinur.

Eingin likamlig revsing
Á barnaheiminum var einki sum æt likamlig revsing. Nógvir av dreingj­unum vóru bukaðir í skúlanum ella aðra staðni uttan fyri barnaheimið. Sagt verður í minnisgreinini, at tá ið hugsað verður um, hvussu illa viðfarin ”vanlig” børn kundu vera til dømis í 1930-árunum, so er tað merkisvert hvussu Thomassen og Mathilda vóru før fyri at verja ”teirra” børn móti slíkum.
Men tá var ikki so nógvur ansur fyri sálarliga happing sum nú, sum tað verður sagt:
“Dengang var psykisk mobning ikke noget man talte om og næppe heller vidste så meget om. Men det virker som om det bl.a. var på den måde, at man fastholdt ro og orden blandt børnene.
N. K. Thomassen kunne være grov i sine irettesættelser, ikke mindst når han viste prominente gæst­­er rundt på hjemmet og Ma­thilde Jacob­sen brød sig bestemt ikke om, at nogen af de ældste piger ”havde en lige stor barm som hende selv”. Det kunne pig­erne næppe selv lastes for, lige som Thomas­sen og Matilde næppe kan lastes for ikke at kende til vor egen tids skelnen mell­em skæld-ud og ”ånde­lige grum­­­som­heder.”

Mathilda vildi geva børn­unum ein góðan barndóm
Í 1943 doyði Thomassen knappliga, men tað var skjótt at ”mor” , Ma­thilda, var til reiðar at taka yvir.
Tað var ein hvøkkur, at Thomas­sen var deyður, men Mathilda kom skjótt at taka við leiðsluni av heim­inum og helt áfram á sama hátt. Nú hevði hon einsamøll ábyrgdina av 70 børnum hvønn dag, sjálvandi saman við sínum starvsfólki. Heilt fram til 1960 var tað vanligt, at starv­sfólkið var ógiftar kvinnur, ið sum ein part av lønini sluppu at búgva á heiminum. Hesar vóru neyvan tær fyrstu at siga ta høgt mettu fyristøðukvinnuni ímóti.

Vildi eisini tryggja børnunum eina framtíð
Tað gjørdist skjótt greitt, at Ma­thilda ikki bert vildi geva børn­un­um ein góðan og tryggan barndóm. Hon vildi eisini, at tey skuldu blíva til nakað aftaná tíðina á barna­heim­inum. Hon tók ikki eitt nei fyri eitt svar, tá ið hon gekk runt í býnum at útvega lærupláss til børn­­ini, sum høvdu aldur at fara av heim­inum. Tað eru fleiri søgur um, hvussu hon, so stórlig hon var, bara bleiv standandi á skrivstovuni og “gentog kravet (ikke spørgsmålet) om lærepladsen.”
Og so verður hildið fram:
“De yngre børn holdt hun i en kort snor, også med hensyn til skole­arbejdet. .. hvis børnene før an­bringelsen på hjemmet var startet i en anden skole, skønnede man, at de havde bedst af at fortsætte i samme skole. ”
Mathildusa børn skuldu klára seg væl, og fram um alt máttu ikki koma kærur um tey. Tað skuldi lesast uppá hvønn dag. Børnini máttu ikki vera ov sein í skúla, negl­irnar skuldu vera reinar, og tey skuldu vera “pæne i tøjet”.
”Men selve begrebet ”pæn i tøjet” var jo en variabel størrelse, noget afhængig af, om man er en dreng eller pige i puberteten eller en voks­en kvinde med rod i den fær­øske fangerkultur.”
Við klæðum hevði Mathilda fast­ar reglur og øll skuldu vera líka fyri. Genturnar høvdu tríggj­ar kjól­ar, ein gerandiskjóla, ein skúla­kjóla og ein sunnudagskjóla.
Tær eldru genturnar fingu nýggj klæði, meðan tær yngru tóku við klæðunum hjá teimum eldru.
Mathilda hevði ein kassa við klæðum uppi á loftinum. Hon fekk eisini eina játtan til nýggj klæði, men hon setti eina æru í ikki at brúka alla játtanina. Tað, sum leyp av, varð goldið aftur ella nýtt til onnur endamál.
Tað var ein fastur politikkur á heiminum ikki at skilja systkin sundur, men hon kundi gera mun á systkjum. Ein drongur segði, at hann hevði tað gott við Mathildu, tí hann dugdi væl í skúlanum, með­an beiggi hansara, sum dugdi minni væl, ikki føldi seg líka væl viðfarnan. Hann fekk at vita, at hann kundi taka seg saman og vera eins og beiggin. Men riggaði hetta ikki, varð hann sendur í song eftir skúlatíð.
Børnini sluppu eisini á legu, Kongs­lejren uttan fyri Århus, og hevði hetta stóran týdning fyri tey. Undir krígnum var ikki lætt at sleppa tann 42 km langa tein­in út til leguna. Børnini vórðu stúv­að í ein bil, sum annars varð brúktur til at koyra vaskiklæði hjá komm­un­uni. ”Helt lovligt var det ikke, men Matilde fik børnene frem til lejren”.
Mathilda hevði tann greiða poli­tikkin, at øll skuldu føla seg vælkomin á heiminum, eisini børn, sum vóru blivin vaksin, og sum vóru flutt heimani frá.
“Det havde hun med sig fra Fær­øerne, hvor gæstfrihed var en selvfølge. Det skulle ikke være et børnehjem men et hjem for børn”.
Hesi vóru eisini vælkomin á leg­u­ni. Ofta var trongt á leguni, har tað kundu vera 180 luttakarar. Javnan máttu tey sova tvey í somu song, og sengur stóðu alla staðni í húsinum. Men Mathilda fór ongantíð til son­gar fyrr enn øll høvdu fingið song.

Kravdi lærupláss
Ein drongur greiddi frá, at hann í 1956 var komin at tæna á einum staði, har hann hevði kamar í ein­um svínastalli. Tað var so ótætt, at kavin um veturin lá omaná dýnuni, tá ið hann vaknaði. Men so ringdi hann til Mathildu, at um hon ikki útvegaði honum eitt lærupláss, so stakk hann av.
Mathilda lat seg so í frakkan og sín reyða hatt og møtti upp á Århus Maskinfabrik.
”Jeg har en dreng, der gerne vil i lære hos Dem.” Leiðarin, Bonde Niel­sen, hugdi forfardur at henni og vísti henni stóra stakkin av um­sóknum, hann hevði liggjandi. ”Ja, men så må de lægge ham øverst i bunken.” Og soleiðis bleiv tað. Drong­urin fekk sveinabræv sum maskin­arbeiðari fýra ár seinni.
Tað er ikki so løgið, at Mathilda í 40 ára ritinum hjá barnaheiminum í 1949 kundi skriva: ”Jeg føler mig som en lykkelig mor, når jeg ser til­bage på den ungdom, som fandt et hjem her.”
Sagt verður í ritinum, at tað er stórur munur á, hvussu barnaheim verða rikin í dag og í tíðini hjá Mathilda og Thomassen, men í báð­um førum er talan um eina trongd at hjálpa børnum í neyð.
Við nútímans frøði inn­an barna­upp­aling, kann spurnartekin setast við hættirnar hjá Mathildu, men fleiri av hennara gomlu børnum stað­­­festa: ”Vi var altid bange for hende, men gæv, det var hun alt­så.”
Ella sum ein sigur frá:
”Ja, hun var en færøsk klippe med en jernhård vilje og tro på Gud, men absolut ikke uden humor. For som hun en anden gang udtrykte det: “Uden humor havde jeg aldrig klaret ansvaret for de mange børn gemmem årene, i med- og mod­gang.””

Jólini vóru serlig
Øll tey, sum hava verið á barna­heim­inum, minnast jólini serliga væl. Mathilda vildi ikki loyva nøkrum av børnunum heim jólaaftan, hóast nógv høvdu for­eldur at fara til. Tað skuldi ikki gerast munur á børn­un­um. Heldur ikki tá talan var um gávur. Øll børn­ini fingu tvær gávur, eina frá for­eldr­un­um og eina frá barna­heim­in­um. Børn utt­an for­eldur fingu tvær gávur frá barna­heiminum. Fingu onkur av børn­unum ov dýrar gávur í mun til onnu­r, sendi Mathilda tær í býin at verða umbýttar til meira hóskandi gávur.
Borðhaldið var sum á jólum við millum øðrum livandi ljósum. Ma­thilda bað borðbøn, og øll sungu við. Síðan var dansað um stóra jóla­træið við livandi ljósum. At træið var endurnýtsla frá einum skúla nærindis vistu børnini einki um.
Gávurnar máttu bíða til Mathilda hevði hildið sína jólaprædiku, sum børnini hildu vera ivaleysa langa. So var komið til gávurnar, soleiðis sum eitt av børnunum minnist afturá:
”Endelig oprandt så tidspunktet, hvor vi skulle have vores julegaver. De lå inde i en granhytte, der var lavet til formålet. Først skulle Ma­thilde dog med sindige skridt hen til hytten, hvorefter hun tog sig god tid til at få sine briller på, men så kom gaverne også i en lind strøm. Vi fik hver en godtepose med frugt og godter. Netop Mathildes stædige fastholdelse af ikke at skynde sig, men tage sig god tid, gøre tingene ordentligt, gjorde julen på hjemmet noget særligt, og jeg har hverken før eller siden haft så god og hyggelig jul.”
Ein serlig hending var eisini kon­firmatiónin. Ein drongur greiddi frá, at hann var ikki barnadoyptur, men hetta fekk Mathilda orðnað dagin fyri. So var at finna fram til, hvørji skuldu koma við til kon­firma­tiónina. Tað kundi finnast fram til átta ættar­fólk. Tá tey komu, skeld­aði Mathilda tey út, sum greitt segði teimum: ”Her er to drenge, der har mistet deres for­ældre og så besøger I dem ikke. I skulle skam­me jer.” Hetta hjálpti og brøðurnir fingu nógv meira vitjan eftir hetta.
Mathilda fylti 70 ár í 1960 og legði tá frá sær. Tann 1. august fekk hon sær fyri seinastu ferð ein bita av skerpi­kjøti á heim­inum og pakkaði so saman. Mathilda fekk 43 ár á hesum barna­heim­inum, og hesa tíðina kom hon at vera sum ein mamma fyri um 500 børnum.
Men hon hevði hugsað um børn­ini og hevði fyri egnan pening keypt eina grund niðri við sjóvarmálan. Her bygdu ”gomul børn” eitt summ­ar­hús, og Mathilda rindaði tilfarið. Summarhúsið bleiv kallað Okkara. Nú er tað ogn hjá einum grunni, hvørs endamál er at hýsa hennara ”børnum” við familjum.
Mathilda doyði í 1982, 92 ár gom­ul. Sigast kann, at hon er ein av teim­um, sum hevur verið eitt gott umboð fyri Føroyar í Danmark og sum hevur uppiborið ikki at verða gloymd.

------
Komandi partur
Komandi partur verður um ævintýrliga lívið hjá bakaranum Frants Restorf og serliga um eina sjóferð hjá honum í 1894/95