Tíðliga í dag var venjingardystur niðri í Turkalandi, har FC Fredericia sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi móti gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham Kam sum spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Fyri fyrstu ferð síðani skiftið úr B36 vardi Mathias H. Lamhauge málið hjá Fredericia, og sigast má, at tað gekk væl. Fredericia vann nevnliga dystin 1-0 við einum máli, ið Christian Gammelgaard skoraði tá 21 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Um avrikið hjá Mathiasi segði venjarin, Michael Hansen: - Mathias helt nullið, so hann gjørdi vart við seg á ein jaligan hátt.
Undan 1-0 sigrinum í dag hevði Fredericia tapt 0-7 fyri FC Midtjyllandi og 0-9 fyri Brøndby. Tí kom sigurin væl við hjá Fredericia í dag.
Fríggjadagin 16. februar spælir Fredericia venjingardyst móti SønderjyskE, ið eins og Fredericia spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjar 25. februar. Tá spælir Fredericia á útivølli móti Hobro.