Mathias Gidsel valdur til heimsins besta annað árið á rað

Fimm danskir landsliðsleikarar eru á topp-5 yvirlitinum

Annað árið á rað er Mathias Gidsel valdur at vera heimsins besti hondbóltsleikari í atkvøðugreiðslu stóri hondbóltsmiðilin, Handball-Planet skipar fyri.

 

Bert ein annar leikari hevur vunnið hendan heiðurin tvey ár á rað. Franska legendan, Nikola Karabatic vann hendan heiðurin í 2014 og í 2015.

 

32.000 brúkarar og 10 hondbóltsmiðlafólk hava tikið lut í atkvøðugreiðsluni.

 

Danskir landsliðsleikarar manna topp-5 á yvirlitinum.

 

Málverjin, Emil Nielsen er nummar tvey og Simon Pytlick er nummar trý. Emil Jakobsen er nummar fyra, og Magnus Saugstrup er nummar fimm.