Mathea Hilduberg nýggjur leiðari á Listasavni Føroya

Frá 1. juli at rokna er Mathea Hilduberg í Havn sett sum nýggjur leiðari á Listasavni Føroya. Mathea er 40 ára gomul og útbúgvin cand. merc. við sergrein í marknaðarføring.

Hon hevur arbeitt við eini verkætlan fyri listasavnið, har hon hevur skrásett málningar sum eru landsins ogn.

10 umsóknir vóru til starvið, harav 7 vóru føroyingar. Starvið er áramálssett til fimm ár.