Matgleði, kabarett og dansur

Fríggjakvøldið á norðoyarstevnu, tann 30. mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum áhugaverdum hugnakvøldi.

Fríggjakvøldið á norðoyarstevnu, tann 30. mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri einum áhugaverdum hugnakvøldi.

 

Tað boðar Klaksvíkar Dansifelag frá.

 

Á skránni verður sera góður matur við rávørum úr Norðoyggjum, framúr skemt við kabarettini »Luktur í smakkinum« og føroyskur dansur.

 

Kvøldið byrjar í Skálanum klokkan 18.00 við borðhaldi. Fyri matinum stendur sjónvarpskokkurin Gutti Winther, ið megnar at fáa spennandi forkunnugar rættir burtur úr føroyskum rávørum. Gutti fer at borðreiða við trimum rættum.

 

Forrætturin verður saltfiskur, meðan høvuðsrætturin verður lambskjøt. Báðir rættirnir verða krydraðir við heimligum summargrønum urtum. Oman á verður borðreitt við rabarbum, har havhestaegg og vanilla gera dessertina til nakað heilt serligt. Afturvið matinum verða spennandi drykkjuvørur frá Føroya Bjór.

 

Drykkjuvørurnar eru útvaldar, við tí fyri eyga, at geva gestunum eina framúr heildaruppliving, har matur og drekka arbeiða hond í hond, gómanum at frama. Góðir veitslusangir og harmonikutónar verða partur av  borðhaldinum.

 

Klokkan 21.00 verður farið til hallarkabarettina »Luktur í Smakkinum«. Hallarkabarettin er í Badmintonhøllini, ið liggur 20 metrar frá Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag hevur bílagt pláss til gestirnar, so ikki verður neyðugt at skunda sær frá borðinum.

 

Hallarkabarettin hevur á hvørjum ári verið sera væl frágingin, og í ár sigst ikki verða nakað undantak. Tað eru kend fólk, sum fara á pallin hetta kvøldið.

 

Úr rúgvuni kunnu nevnast  Jákup Veyhe, Rudolf Joensen, Hilmar Jan og Jákup Bernhard Brim. Tónleikin til kabarettina spæla Showmenn, ið er mannað av James Olsen, Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen.

 

Eftir kabarettina kl. 23.00 verður almennur føroyskur dansur í Skálanum, og hava tey, sum melda seg til tiltakið, ókeypis atgongd. Annars eru allir norðoyarstevnugestir vælkomnir í føroyskan dans í Skálanum hetta kvøldið.