Matematiskar garderingar

Tipping: Við sonevndum matematiskum garderingum kann veddingarskipanin gerast enn tættari, men tú verður eisinni noyddur at gjalda fyri eyka trygdina

Verður hugt at veddingarseðlinum, sum verður nýttur, tá veddað verður við skipanunum hjá donsku Tipstænastuni sæst ein teigur, sum hevur frámerkið, Mat.

Hesin teigur verður nýttur, tá sonevndar matematiskar garderingar verða nýttar.

Ein matematisk gardering merkir í stuttum, at tú spælir allan veddingarseðilin umaftur, tó við einum broyttum tekni.

Hevur tú t.d. sett eitt sikkurt 1-tal við dyst nr. 1, ber til at seta t..d. eitt 2-tal, sum matematiska gardering.

Veddingarseðilin verður tá veddaður 2 ferðir. Eina ferð við 1-talinum og eina ferð við 2-talinum.


Kostar

Á henda hátt tryggjar tú tær fleiri garderingar, uttan at hetta gongur yvir trygdina í skipanini, men eyka trygdin viðførir eisini eyka kostnað.

T.d. kostar skipanin, U 4-6-100, 100 kr. at vedda. Verður ein matematisk gardering løgd afturat, verður kostnaðurin 200 kr. Tvær kostað 400 o.s.fr.

Tiskil verða hesar garderingar aloftast nýttar í smærru skipanunum. Hesar hava aloftast fáar garderingar, men harafturímóti gott garanti.

Sostatt fáast nakrar garderingar fyri ein rímuligan penga í hesum, samstundis sum trygdin fyri vinningum er sera góð. Væl at merkja um krossarnir eru settir á røttu støðini.