Jólini eru eitt astronomiskt oyðsl

- Jólini eru nærvera og deiligar løtur saman við teimum nærmastu og so eitt astronomiskt oyðsl úr enda í annan, sigur Tróndur Vatnhamar.

 

Tróndur Vatnhamar sigur, at jólaaftan verður dunna á borðinum og mandlurísur omaná.

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Jólin verða hildin heima við hús í Hoyvík. Eg lovaði mær sjálvum og frúuni, at vit, tá vit settu føtur undir egið borð, aldrin fóru út úr heiminum aftur. Vit hava annars vekslað millum sviger og mammu mína, men tað er slutt nú. Ikki tí, øll eru altíð vælkomin heim til okkum, men vit fara ongan veg.

 

Tað sigur kendi KvF-verturin, Tróndur Vatnhamar.

 

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

 

- Matarlepin er alin langur. Lítla jólaaftan verður tað ræstur fiskur, garnatálg, spik og sperðil frá mínum “sperðlapushara”, stjóranum í CAJ, Bergi Robert Dam saman við mammu míni og manni hennara.

 

Tróndur Vatnhamar sigur, at jólaaftan verður dunna á borðinum og mandlurísur omaná. Mær dámdi annars best fleskasteik, til fyri einum ella tveimun árum síðan, men tað ber altso ikki til at gera eykarætt til húsbóndan. Den går ikke længre, sigur hann brosandi.

 

- 1. jólakvøld verður ræst á skránni hjá svigermor. Tað verður helst Lars, svágurin, ið svingar pískirísina í køkinum tann dagin. Hann skorar altíð bílig stig hjá svigermor. Tá vit aðrir hvíla, so harðnar kappingin um stigini, men soleiðis er tað bara.

 

Hann sigur, at 2. jólakvøld verður fekst lambskjøt á skránni heima hjá mammuni. - Tað plaga at vera gott… og so er nokk etið, leggur hann aftrat.

 

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?

 

- Allar gávurnar eru meira ella minni komnar í hús, men eg kann ikki reypa mær av at hava keypt tær. Heimastýrið tekur sær lætt og elegant av hasum, og Guð havið lov fyri, at munur enn er á kynunum. Um eg ráddi fyri borgum, so blivu 10-15 gávur keyptar, men vit tátta í 50. Spyrt tú meg, so er tað í yvirkantinum, men sum sagt, eg bestemmi ikki.

 

##med2##

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Altso soleiðis yvirordnað, so snýr tað seg vælsaktans um nærveru, næstrakærleika og alt hatta har, og tað haldi eg, at vit fara at halda okkum til - nærvera og deiligar løtur saman við teimum nærmastu og eitt astronomiskt oyðsl úr enda í annan.

 

- Gleðilig jól, øll somul, eru seinastu orðini hjá Tróndi Vatnhamar, nú jólini eru beint hinumegin hornið.

 

Tróndur Vatnhamar sigur, at jólaaftan verður dunna á borðinum og mandlurísur omaná.