Matador missir hyggjarar

Leygarkvøldið vóru 1.194.000 hyggjara, sum hugdu eftir Matador á DR. Matador er framvegis at meta sum ein vælumtókt sending, tó so – áhugin er minkandi, sambært donskum miðlum.

 

Hóast hetta er at meta sum nógvir hyggjarar, so vísa hesi tølini samstundis á, at tað leygarkvøldið vóru yvir 100.000 hyggjarar færri enn undanfarna leygarkvøld. Harvið kann staðfestast, at Matador í øllum førum hesa vikuna hevur mist hyggjarar.

 

Og hyggjararnir valdu eftir øllum at døma eisini sendingina hjá Tv2 - Voice - frá.

 

Leygarkvøldið vóru tað 777.000 fólk, sum hugdu eftir Voice, og tað er áleið 30.000 minni enn undanfarna leygarkvøld. Eisini ”Vild Med Dans” misti hyggjarar, tó sendingin enn er vælumtókt við yvir eina millión hyggjarum.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum at siga.