Matador, sum er søgan um tann fiktiva býin Korsbæk, er tann best umtókta sjónvarpsrøðin nakrantíð í Danmark. Eisini nógvir føroyingar hava fylgt við allar tær seks ferðirnar, sendirøðin er blivin víst í sjónvarpi.
Eingin onnur sendirøð hevur havt so nógvar hyggjarar fyri hvønn einkulta part, sum bleiv sendur. Í 1985 hevði ein partur ikki færri enn 3,6 miliónir hyggjarar. Harafturat er hetta hægsta hyggjaratalið nakrantíð í Danmark.
Sendirøðin er eisini útgivin á dvd og er seld í fleiri enn 3.600.000 eintøkum. Áðrenn hetta bleiv VHS-bandið við Matador selt í umleið 1.000.000 eintøkum. Hetta eru fleiri eintøk enn nøkur onnur donsk sjónvarpsrøð.
Nú verður Matador víst fyri sjeyndu ferð á DR1.
Matador var fyrstu ferð á skíggjanum í árunum 1978-1982. Síðani er røðin blivin víst í 1984, 1989, 1997, 1998 og 2006. Seinastu ferð Matador var á DR hevði sendirøðin í meðal 1,5 milliónir hyggjarar fyri hvønn part.