Hettar er sættu ferð, at kenda sjónvarpsrøðin verður endursend.
Matador sigur frá lívinum í lítla býnum, Korsbæk, árini 1929 fram til 1947, og er í 24 pørtum.
Fyrsti partur var vístur fyrstu ferð 11. november 1978, meðan 24. og seinasti partur varð vístur í 1981.
Tað er Erik Balling, sum leikstjórnaði, og høvuðskvinnan handan hugskotið er Lise Nørgaard, sum saman við Paul Hammerich, Karen Smith og Jens Louis Petersen skrivaði leikritið til partarnar.
Høvuðspersónurin er Mads Andersen-Skjern, sum í 1929 kemur ferðandi til Korsbæk saman við soninum, Daniel, at selja klæðir. Hann fangar skjótt, at handilslívið í býnum ikki er nakað at rópa hurrá fyri, og hann byrjar ein klædnahandil.
Røðin málar eina góða mynd av tíðini undir kreppuni í 1930-talinum og Danmark undir hersetanini. Týðiligur íblástur er fingin úr ensku røðini, »Upstairs, Downstairs«, men røðin er kortini ógvuliga donsk, og gjørdist best umtókta danska røðin nakrantíð. Ikki minst takkað verið framúrskarandi leiki frá landsins bestu sjónleikarum, sum enn tann dag í dag mugu finna seg í at verða eyðmerkt tí leikluti, tey høvdu í Matador.
Fyrsti partur verður vístur á DR1 í kvøld klokkan 19 føroyska tíð










