Mata er liðugur fyri í ár

Spanski spælskiparin á liðnum hjá Manchester United spælir ikki aftur fyrrenn komandi kappingarár

 

Álopssinnaði spanski miðvallarin hjá Manchester United, Juan Mata, sum hesar seinastu dystirnar hevur sitið uttanfyri við skaða, verður ikki tøkur aftur hjá Manchester United fyrrenn komandi kappingarár.

 

Tað boðar Manchester United venjarin, José Mourinho, frá í dag.

 

Tað eru tvær vikur síðani at spanski leikarin varð skurðviðgjørdur í lærkrikanum. Og fyrstu ábendingarnar aftaná skurðviðgerðina benda á, at Juan Mata í fyrsta lagi kann byrja at spæla fótbólt aftur seinast í mai mánað, tá kappingarárið altso er liðugt.

 

Eisini miðverjarnir, Chris Smalling og Phil Jones, vera úti við skaða til miðjan mai, boðar José Mourinho frá.

 

Í gjárkvøldið spældi Manchester United fyrru fjórðingsfinaluna í Europa League kappingini, tá teri spældu á útivølli móti Anderlecht í Belgia. Tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Í Europa League kappingini er Manchester United annars roknaður sum stórfavorittur at vinna kappingina.