Hin 60 metrar høga masturin, sum hevur staðið á toppinum á Sornfelli, er nú tikin niður. Hetta hendi mikudagin. Masturin hevur síðan í 1985 verið brúkt til ymiskar radioantennur, sum vóru partur av hernaðarligu samskiftisketuni, rópt UKADGE.
Tað upplýsir Færøernes Kommando.
Í framtíðini verður bert ein gittarmastur at síggja á Sornfelli.
Tað var fyritøkan YIT, sum fekk arbeiði at taka mastrina niður og fáa kaðlar og annað burturbeint. Masturin verður skorin sundur og verður beind burtur sum gamalt jarn.
- Við burturbeiningini av mastrini og antennunum er seinasta operativa NATO-útgerðin í Føroyum burtur og soleiðis eisini ein hernaðarlig uppgáva, sum byrjaði hin 16. august í 1963, sigur Færøernes Kommando.
Myndina hevur C. Thomsen tikið.










