Politiið hevur enn ikki kunnað tosað við tey níggju fólkini, sum bjargað vórðu av polska seglbátinum á lívi.
Men teir á Smyrli høvdu spurt fólkini, hvat var hent, sum hevði við sær, at báturin kom í havsneyð.
Tey greiddu frá, at tað var ringasta veður, og nøkur av manningini arbeiddu á dekkinum og høvu línu á sær.
Eina ferð varð ein maður slongdur upp í mastrina og bleiv fastur. Masturin brotnaði, og maðurin datt niður á ein annan. Annar fór fyri borð.
Nú er greitt, at sjófrágreiðing verður um nakrar dagar.
Fyri einum tíma síðan kom Brimil á Havnina við seglbátinum. Tað sæst ikki nógv á bátinum, sum er úr stáli.