Formel 1
Hetta sigur hann við www.f1.com. Hann greiður frá, at hann hevur roynt breytina á síni Playstation 2, og hevur vunnið á truplastu styrki í sínum egna Sauber C24.
Hann sigur, at breytirnar vanliga eru sera líkar veruleikanum í Playstation spølunum, og at hann tí er spentur at vita, hvussu breytin roynist sunnudagin. Massa er annars ikki ovast á listanum yvir sannlíkar vinnarar í Istanbul Otodrom breytini.
Fernando Alonso í Renault og teir báðir McLaren koyrararnir Kimi Raikkonen og Juan Pablo Montoya, eru mennirnir, sum væntandi fara at kappast um størsta heiðurin sunnudagin. Men eisini nummar trý í heimsmeistarakappingini Michael Schumacher fekk fyrstu byrjunarstøðu í Budapest, og vísti eina løtu nógva ferð.
Nógvir spurningar eru í sambandi við koyringina sunnudagin. Talan er um eina spildur nýggja breyt, og hetta ger at flestu lið standa við sama trupulleika, tey kenna ikki breytina.
Flestu koyrararnir eru spentir, og meta breytina at vera sera spennandi, við fleiri rættuliga annarleiðis avbjóðingum. Breytin hevur smáar brekkur, skjótar langsíðir og spakulig sving, nøkur av svingunum hava einki sýni.
Asfaltið nýtt og hetta ger, at breytin broytist nógv teir fyrstu dagarnar, hetta ger sjálvandi arbeiðið við at finna røttu dekkini og røttu uppsetingina til koyringina.
Dekkframleiðararnir Michelin og Bridgestone hava havt fólk á staðnum, sum hava gjørt kanningar av breytini og, sum hava roynt at gera best møguliga dekkið til koyringina.
Væntandi verða hitastigini sera nógv, asfalti kann gerast upp til 50 hitastig, og hetta slítur dekkini illa, og ger koyringina sera krevjandi fyri koyrarnar. Eitt annað sum eisini er krevjandi er, at teir koyra ímóti sólarringinum, og vanliga koyra teir hin vegin, og hetta ger at vøddarnir í nakkanum verða brúktir á ein annan hátt enn vanligt.
Formel koyrararnir hava seinastu tríggjar vikurnar verið í summarfrí, tí er ikki lætt at vita hvat er hent í ymisku liðunum hesar vikurnar.
Eitt sindur av spenningi er komið í HM kappingina aftur, serliga er tað í kappingini fyri lið at McLaren-Mercedes nærkast Renault, og við bæði Montoya og Raikkonen í toppformi er spurningur hvussu nógv av teimum 12 stigunum, sum skilja liðini verða eftir tá vikuskiftið er fari afturum.
Enn eru seks koyringar eftir, hetta er 60 møgulig stig. Í løtuni liggur Alonso 26 stig framman fyri Raikkonen, so einki er avgjørt enn.










