Maskumenn fingu politiið at steingja støðina

Orsøkin til, at løgreglan í kvøld stongdi Nørreport og Østerport Stationir í Keypmannahavn var, at fleiri borgarar høvdu boðað frá, at teir høvdu sæð maskumenn við ítróttartaskum inni á støðini.

 

Tað sigur Henrik Brix, vaktleiðari hjá Københavns Politi við fleiri miðlar í kvøld.

 

Ein borgari hevði sæð tríggjar svartklæddar menn, partvíst við maskum fyri andlitið. Við sær høvdu teir svartar ítróttartaskur.

 

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 18:56.

 

– Beint eftir fingu vit aðrar fráboðanin um tað sama. Í hesum tíðum taka vit ongar kjansir, so tað verður ein beinleiðis mannjakstran av slíkum, sigur Henrik Brix.

 

Fráboðanirnar fingu løgregluna at kanna vakmyndatól. Myndirnar prógvaðu tað, sum varð fráboðað løgregluni. Løgreglan stongdi fyrst Nørreport Station og evakueraði øll ferðafólkini av perrongunum.

 

Politiets Aktionsstyrke, eisini kallað AKS, kom eisini á staðið, og løgreglan ráddi ferðafólki heldur at taka bussarnar.

 

Tað merkti, at hvørki S-tok ella metro steðgaðu á støðini. Tokini og metroin koyrdu aftur klokkan 20:30 okkara tíð.

 

Seinni fór løgreglan víðari frá Nørreport til Østerport Station, sum eina løtu eisini varð stongd. Tað var har løgreglan fekk fatur á teimum trimum maskumonnunum.

 

Ein varð tikin við á støðina, tí hann ikki kundi prógva sín samleika. Men løgreglan misteinkir teir ikki fyri nakað kriminelt.

 

– Teir høvdu eingin vápn uppi á sær. Teir hava ongar ólógligar lutir.

 

– Í fyrstu atløgu var maskan eitt turriklæði, sum teir hava bundið sær fyri nøs og munn, og so hava teir hálað hettuna niðurfyri – allarhelst at verja seg móti kuldanum, sigur vaktleiðarin.

 

Fyrr í dag var ein sms'ur í umferð, sum ávaraði fólk ímóti einum ætlaðum yvirgangsálopi á júst Nørreport Statión í Keypmannahavn í kvøld.

 

Vaktleiðarin vísir á, at hendingin í kvøld »einki hevur at gera við sms-boðini, sum vóru í umferð í dag«.