Maskuklæddir fólkatingsmenn á flogvølli

Í dag ber aftur til at ferðst um flogvøllin í Vágum, nú latið er upp fyri ferðafólki millum Føroyar og Danmark, Noreg, Ísland, Grønland og Týskland.

Hesa myndina legði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, á Facebook í morgun. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale sleppa nú aftur til arbeiðis á Christiansborg í Keypmannahavn.

– Her fjala seg tveir góðir kundar hjá Atlantsflogi, sum hava verið »groundaðir«í mánaðir, men nú sleppa á flog aftur, skrivar Sjúrður Skaale.