Leiku-framleiðarin, Nici, legði fyri nøkrum árum síðani góðar 200 mió kr. á borðið, soleiðis at felagið fekk einkarrætin upp á framleiðsluna av Goleo, sum er almennur maskottur í komandi HM-endaspælinum. Sølan av maskottinum hevur tó als ikki gingið so væl, sum ætlað, og nú er felagið farið í gjaldssteðg. Hetta hevur havt harðar atfinningar mótvegis valinum av maskotti við sær. Sagt verður, at týskarar heldur áttu at valt eina ørn ella okkurt annað, sum hevði samband við Týskland, meðan onnur staðfesta, at tað hevur hildið keyparum burtur, at lítla leyvan við 6-talinum á bakinum er brókaleys.