Maskot vann sjómanskappingina

Báturin av Toftum vann innandurakappingina fyri sjómenn, eftir spenandi finaludyst ímóti Christiani í Grótinum. 39 lið vóru við í kappingini í KÍ-høllini

Fótbóltur


Millum jóla og nýggjárs skiftu 312 sjómenn og kvinnur gummistivlarnar út við innanduraskógvar, arbeiðsklæði við ítróttarklæði og sjómansskapin við fótbóltsførleikan.

Og burtur úr hesum kom ein undirhaldandi innandurakapping í fótbólti, sum fór fram í KÍ-høllini í Klaksvík hósdagin 28. desember.

Hendan kappingin varð hildin fyrstu ferð í fjør, og tá vóru 20 lið við í kappingini. Í ár var undirtøkan munandi størri, tí heili 39 lið vóru við í kappingini, og ein partur av hesum liðum kom millum annað úr Eysturoynni.

Tað var eisini eitt lið við sjómonnum úr Eysturoynni, sum endaði sum vinnari av kappingini. Umboð fyri Maskot vunnu finaluna, sum var ímóti Christian úr Grótinum úr Klaksvík. Finalan varð jøvn og spennandi og varð avgjørd við sonevndum gyltum máli.


Kláraðu ikki at verja heitið

Í fjør var tað línuskipið Jákup B úr Klaksvík, sum vann kappingini, men hesaferð máttu teir lúta fyri júst Maskot í eini spennandi hálvfinalu, har toftamenninir fingu einasta málið.

Í hinari hálvfinaluni vann Christian í Grótinum á Akraberg, sum síðani vann dystin ímóti Jákup B um triðja plássið í kappingini.

Liðið hjá formanninum í Fótbóltssambandinum gjørdi framstig í kappingini hesaferð. Torleif Sigurðsson er reiðari á Pison, og liðið hjá hesum bátinum fekk í fjør eitt mál, men einki stig. Í ár fingu teir tó eitt stig og eitt mál burtur úr kappingini.

Eitt av merkisverdu úrslitunum var, at kvinnurnar, sum mannaðu eitt av liðunum hjá Næraberg, vunnu ímóti liðnum hjá Turið, sum var mannað mannfólki.


Eisini stórt borðhald

Vinnarin av kappingin fekk eitt ognarsteyp, sum Klaksvíkar kommuna hevur latið, umframt eitt steyp til ognar frá Skipalistanum. Tvey tey bestu liðini fingu eisini heiðursmerki, sum Norðoya Bjargingarfelag hevði latið.

Eftir kappingina var borðhald í Skálanum, og har vóru 180 av luttakarunum við.

Kappingin í ár gekk so mikið væl og undirtøkan var so góð, at fyrireikararnir longu hava tikið avgerð um, at kappingin verður hildin aftur komandi ár.