Aðalfundur
Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund á Hotel Hafnia leygardagin.
Formaðurin í felagnum, Páll Hansen, stóð ikki fyri vali hesaferð. Einasta broyting í sjálvari nevndini var, at Petur Egholm ikki er við meiri, og í hansara stað er valdur John Højsted.
Onkur broyting var eisini í tiltakslimum felagsins.
Næstformaður gjøgnum fleiri ár hevur verið Regin Olsen, men enn hevur nýggja nevndin ikki skipað seg. Tað verður gjørt á fundi, sum nevndin fer at hava fríggjadagin komandi. Á hesum fundi verður eisini næstformaður valdur.
Fastlønaravtala
Seinastu tíðina hava bæði Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag umrøtt spurningin um fastlønaravtalum fyri fiskimenn.
Á aðalfundi í Maskinmeistarafelagnum leygardagin nam formaðurin, Páll Hansen, eisini við hendan spurning.
Páll Hansen vísti á, at bæði valevnini til formansvalið í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard og Henrik Old, nevndu møguleikan fyri fastlønaravtalu.
- Í sínari røðu á aðalfundinum segði formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, at tíðin helst er komin til eina munandi nútímansgerð av setanar-og lønarviðurskiftunum innan fiskiskipasáttmálarnar.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum segði í síni røðu á aðalfundinum leygardagin, at felagið tekur undir við hesum tankum.
- Ein máti at byrja uppá hetta kundi verið at samráðst við hvønn skipabólk sær, legði Páll Hansen aftrat.
MF við uppskoti
Páll Hansen segði, at longu í 2008 gav Maskinmeistarafelagið Reiðarafelagnum eitt uppskot um fastlønarsáttmála.
- Okkara hugsan var at gera eina fastlønarskipan “omaná” verandi sáttmála.
Hann segði, at í høvuðsheitinum er talan í teirra uppskoti um eina tryggjaða minstuhýru við eftirlønarskipan, eina sonevnda 1:1- skipan og helst tryggari setanarviðurskifti við eitt nú longri uppsagnartíð við fullari løn.
- Hetta kundi eisini verið viðvirkandi til, at minstiforvinningurin partvís bleiv burtur, legði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum aftrat.
Í síni røðu leygardagin segði Páll Hansen, at hann kundi hugsað sær, at Reiðarafelagið var meiri aktivt.
- Men tað sær út til, at teir trívast best, tá einki hendir, og tá gjøgnumskygni og opinleikin eru so lítil sum gjørligt, legði hann aftrat.