Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag góðkent uppskot frá Semingsstovninum og gjørt semju um nýggjan eitt ára sáttmála, galdandi fyri maskinmeistarar við Strandfaraskip Landsins, frá 1. okt. 2016 til 1. okt. 2017.
Sáttmálin gevur somu lønarhækkan, sum onnur alment lønt hava fingið í umrødda tíðarskeiði, har lønin hækkar við 1,9%.
Harumframt hækkar eftirlønargjaldið upp í 14,5%. Hetta er ein kompensatión fyri tann munin, sum var í 3 ára sáttmálanum, sum var galdandi í tíðarskeiðinum frammanundan.
Umframt hetta eru broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum, boðar Fíggjarmálaráðið frá.










