? Borðið fangar. Teir hava sagt seg úr starvi, og tí kunnu teir ikki bara fáa størvini aftur framum aðrar umsøkjarar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Hinvegin boðar fiskimálaráðið frá, at teir maskinmeistararnir, ið hava sagt upp, eru vælkomnir at søkja størvini, ið nú eru leys.
Hósmorgunin boðaði fiskimálaráðið til tíðindafund at greiða frá trætuni millum ráðið og Maskinmeistarafelagið, sum hevur noktað limum sínum at søkja størv hjá stovninum.
Knúturin er tó ikki loystur, men støðan tykist enn meira fastløst.
Halda seg til lógina
? Vit halda okkum til lógina, og vit kunnu í veruleikanum ikki gera øðrvísi, sigur Jacob Vestergaard.
? Tá tænastumenninir hava sagt seg úr starvi, og myndugleikin alment hevur lýst hesi størv leys at søkja, hava hesi størv verið leys, og setanin av teimum má tí fara fram eftir ásetingunum í tænastumannalógini grein 5. Um uppsagnirnar verða annuleraðar er tað tí eftir míni fatan brot á grein 5 í tænastumannalógini, sigur Poul Hansen, advokatur.
Maskinmeistarafelagið krevur framvegis, at gomlu maskinmeistararnir fáa størvini aftur, og Jógvan Nybo, formaður, sigur, at allir løgfrøðingar ikki eru samdir í hesum málinum.
Skilja ikki uppsagnirnar
Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at hann ongantíð hevur fingið eina góða grundgeving fyri uppsagnunum hjá maskinmeistarunum, tá teir søgdu seg úr starvi.
? Vit hava onga grundgeving fingið frá maskinmeistarunum fyri, hví teir hava sagt seg úr starvi. Hann vísir á, at eftirlønarviðurskiftini vóru fingin í rættlag, og tí var eingin orsøk hjá teimum at rýma, sigur Elmar Højgaard.
? Hatta er lygn. Elmar Højgaard veit væl av, at eftirlønarviðurskiftini hjá avloysarunum ikki vóru komin í rættlag, svarar Jógvan Nybo afturímóti.
Óvissa
Tilsamans tólv maskinmeistarar vóru í starvi umborð á Brimli og Tjaldrinum. Ellivu søgdu seg úr starvi. Síðani vórðu sjey aðrir settir í starv, men fýra av teimum tóku ikki av.
Sostatt hevur Fiskiveiðieftirlitið fýra maskinmeistarar at ráða yvir. Tískil ber til at manna Tjaldrið og røkja fiskiveiðieftirlitið við Føroyar. Óvist er, hvussu verður við Brimli, tí eingin er at passa maskinrúmið.