Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar sær ikki at hava fleiri fundir við ávikavist Skipara- & Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið um løninar hjá yvirmonnunum umborð á vaktarskipinum Brimli.
Embætisfólk í Fíggjarmálastýrinum sita í løtuni og arbeiða við at leggja spurningin um lønirnar fyri tingið, soleiðis at tað verður ásett við lóg, hvørjar lønirnar hjá yvirmonnunum við Brimli skulu vera.
Hetta hevur loypt øði í Maskinmeistarafelagið, sum hevði fund um støðuna fyrrapartin í gjár.
Á fundinum hjá Maskinmeistarafelagnum viðgjørdu limirnir ymisk tiltøk. Ein ætlan, sum lá frammalaga, var, at allir maskinmeistarar siga upp í hópatali. Hetta er ein ætlan, ið kann fáa sera álvarsaman fylgjur fyri stovnar sum SEV, Landssjúkrahúsið IRF og aðrar almennar stovnar.
? Kemur ósemjan um lønirnar fyri tingið, fara vit at seta hesi tiltøk í verk, lovar Niels Petersen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hóast yvirlýsingin frá fundinum ikki boðar frá so ógvusligum tiltøkum.
Í yvirlýsingini boðar Maskinmeistarafelagið frá, at Maskinmeistarafelagið ikki fær at lata sær lynda, at ein sáttmáli, sum felagið ikki kann góðtaka, verður samtyktur á løgtini. Somuleiðis verður boðað frá, at fundurin tók fult undir við, at nevndin kann seta tiltøk í verk, sum raka øll almenn arbeiðspláss, har maskinmeistarar starvast. Og hesi tiltøk eru sambært teimum upplýsingum, Sosialurin hevur figið, hópuppsagnir.