Síðan Volvo komu við XC90 fyrst í hesi øldini, hava tey allar flestu bilmerkini nú ein ella fleiri SUV í síni vøruskrá. SUV stendur fyri Sport Utility Vehicle. Talan er um bilar, sum eru høgir frá vegnum og síggja út sum jeepar.
Nú koma so Maserati sínum SUV, sum hevur verið ávegis í nøkur ár. Hetta hendir tá Maserati Levante verður presenteraður á bilaframsýningini í Genéve í mars.
Levante er ein luksus SUV, ið fæst bæði sum bensin og diesel. Bensinmotorurin er ein 2.9 litra V6 við 430 hk, og dieselmotorurin er ein 2.9 litra V6 diesel við 275 hk.
Bilurin verður drivin av øllum fýra hjólunum við eini framkomnari skipan sum nevnist Q4, eins og hann hevur ein nýggjan 8-trins automatiskan girkassa.
Maserati er ein yvir hundrað ára gomul bilverksmiðja sum hevur lagt dent á stórar kvikar luksusbilar við stórum motorum. Eins og flest øll italiensk bilmerkir hoyrir Maserati til Fiat konsernina.











