Jú, eg spurdi eina servitrisu, sum plagdi at arbeiða á stórum veitslum. Hon bar á borðini, rækjubland, steikta steik og ís, sodavatn og vín, sangir, og rovini av borðunum aftur.
Spurdi hana, um hetta var ikki strævið arbeiði og øgiligt baks at ganga aftur og fram, aftur og fram, fram og aftur í allar teir nógvu tímar, sum eitt føroyskt borðhald varar. Borðhald við sangum og vøggufimleiki og maratonrøðum og heilsum, longum sum Noregsstrond, sjey roykisteðgum og borðstjóra við skemtisøgum úr donskum vikubløðum latnar í føroysk nøvn.
Ju, svaraði hon, tá borðhaldið endiliga var liðugt og ruddað var av skeivu megin midnátt, var mann altso móður.
Eg eri farin at stúrsa við, hvørja ferð kvinnur tosa um seg sjálvar í kallkyni. Alt, sum tær eru ella vóru ella verða, endar við ur ella ir (í Havn).
Fyrr gav eingin, uttan onkur rabiatur reyðsokkur (aftur kallkyn har), sær rættiliga far um júst hendan krókin, hetta skýmaskotið, í kynjamismuninum. Men nú so nógv er skrivað og enn meira sagt um kúgaðar kvinnur, líka síðani Gud gjørdist hon ella Gudrun, er hetta farið at skurra gjøgnum tinnitussan, tá hon sigur, hon er móður ella illur ella líkasælur ella ikki málkønur.
Eg meini so við, eingin maður, heldur engin fulltime geikari, hevði sagt, at tá er mann móð.
Kanska hava tey grein í sínum máli, tey, sum siga, at málið er av sterkastu kúgingaramboðum, sum ikki brúka krút.
Føroyingar tosa meira danskt enn føroyskt til dømis. Kvinnur tosa í kallkyni. Vorðið sum sjálvmál. Orðabøkur, tær eru í kallkyni.
Málstríð er byrjað um heimskortið, sum ikki er komið enn, ikki skrivað enn, skilst.
Hví skulu vit siga Ungarn og ikki Magyar Köztársaság, sum hetta miðevropiska landið eitur á egnum máli? Hví siga vit Rekkavík og ikki Reykjavík?
Eg var í Republika e Shqipërisë í 1996. Ein rík ferð í einum fátækum landi, har sum rossavognar og bilar av slagnum Mercedes, Audi og BMW royndu at troðka hvønn annan av vánaligu vegunum. Bilarnir stolnir í gamla vesturevropa. Rossavognarnir heimagjørdir. Har sum ein dupultur arak kostaði eina krónu ella minni enn tað.
Hvar var eg, spyrt tú? Jú í Shqipërisë...ája, Albania, sum vit siga.
Skulu vit taka politiska støðu og siga Burma, sum bretska hjálandaveldið kallaði landið í Asia? Ella skulu vit siga og skriva í kortið hjá okkum Myanmar, sum tráðbeitna og illa lýdda hernaðarstýrið sigur, at landið eitur?
Danskarar hildu okkum fyri gjøldur við sínum staðarnøvnum í Føroyum, Glibre, Solmunde og so framvegis. Tað sama í Grønlandi, Sukkertoppen.
Eru vit føroyingar frælsishugaðir, kúgaðar ella bara nøgd?
Hetta við málinum er ikki bara at stava rætt og benda rætt. Ein helt, at málið er so stirvið, at tað ber ikki til at benda tað, hóast øll megi verður løgd í bendingina.
Er nakar dugur í at duga málið?
Málið er eisini politikkur, kynspolitikkur, frælsispolitikkur. Átti at verið skúlapolitikkur eisini, tá føroyingar ikki duga føroyskt eftir tíggju ár í føroyska fólkaskúlanum.
Móður, móðari, móðast.
Orðið er frítt, men stavið tað rætt og havið tað í røttum kyni, takk.
Føroyskt er líkasum bara ókey, på godt og ondt.