Mascherano ákærdur fyri skattasvik

Enn ein FC Barcelona spælari hevur trupuleikar við skattamyndugleikunum

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá stjørnuspælarunum hjá FC Barcelona, tá talan er um skattamyndugleikar.

 

Lionel Messi hevur havt sítt hoyggj við skattamyndugleikarnar. Neymar hevur fingið ein stóran rykkjara frá brasilsku skattamyndugleikunum, og nú er túrurin komin til argentinska Javier Mascherano, sum er ákærdur av sponsku skattamyndugleikunum at hava framt skattasvik.

 

Javier Mascherano skal hava framt skattaundandrátt í 2011, og í 2012, sum svarar til 12 miljónir krónur í okkara peningi. Mascherano hevur roynt at dult inntøkur fyri myndarættindi við at stovna partafeløg í USA, og í Portugal, sum hann hevur brúkt til inntøkurnar frá myndarættindunum.

 

Javier Mascherano hevur valt at rindað upphæddina til sponsku skattamyndugleikarnar, umframt eina rentu uppá upphæddina, sum svarar til umleið 1,6 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Hetta kann geva Javier Mascherano eina væl linari revsing, um hann verður funnin sekur í skattaundandrátti. Leiðslan í FC Barcelona hevur verið úti og boðað frá, at tey eiga ongan lut í skattaundandráttinum, sum Javier Mascherano er ákærdur fyri at hava framt.