Mary Winther 75 ár

Ein føðingardagsheilsan til mammu mína,
nú hon bleiv 75 ár 2. juni

Á henda hátt fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við tí stóra degnum herfyri.
Fyrst ein yrking:

Mamma mín so vøkur
bakar góðar køkur
tankar mínar flúgva
at eg hjá tær kundi búgva
ikki sørt eg felli tár
tá eg síggji títt hvíta hár
gleðist um títt fitta trín
allar allar besta mamma mín

Fátt er sum faðir, men ongin er sum móðir.
2. juni bleiv mín elskaða mamma 75 ár. Eg má góðtaka, at hon nú er komin í tær eldru røðirnar. Likamið er fari at vikna, men hugurin sprutlar enn.
Mín góða mamma - tú hevur strítt fyri teg. Lær teg nú at hvíla á eldra árum.
Vit beiggjarnir hava nógv at takka fyri - bæði gudi og tær – tí tað finst bert eitt eintak av hesi útgávuni. Takk fyri alt tú hevur og er fyri meg og ikki minst míni. Eg vil ynskja tær mong, mong góð ár aftrat. Eg havi versðins bestu foreldur og tað eri eg sera takksamur fyri. Kann ikki lýsa tað nokk við orðum, men er goymt væl í mínum minni og hjarta.
Orð eru so fátøk, men á hendan hátt fái eg sagt 1000 takk á hesum sinni.
Ein sangur, sum eg haldi riggar eisini væl at senda við, er hesin:

Når vi ser pá dine hænder
du i skødet legger ned
føler vi at hjerte brænder
som en dyb taknemlighed.

De er ikke mere unge
ikki stærke som engang
men lidt trætte og lidt tunge
mærket af en hverdag lang.

De har slidt sig gennem livet
favnet os da vi var smá
aldrig krævet bare givet
uden tak for det at få.

Å mit hjerte hvisker stille
disse altfor sjældne ord
lad os før det er for silde
takke dig vor kære mor.
.......
Karlon