Mary J. Blige í Tivoli

Vælumtókta songkvinnan Mary J. Blige fer at halda konsert í Tivoli í Keypmannahavn 23. mai. Mary J. Blige gav fyrstu fløgu sína út í 1992 og síðan hetta er popularitetur hennara vaksin støðugt. Higartil hevur hon givið heili átta fløgur út og tað sýnist eins og, at hittini ongan enda fáa. Seinasta fløga hennara ?Growing Pains? kom út í januar í ár og eisini henda fløgan hevur fingið sera góð ummæli.

Við hesum er sostatt lagt upp til eina sera áhugaverda konsert 23. mai.