- Mary, krúnprinsessa og Frederik, krúnprinsur fáa eina lítla prinsessu. Hon vigar umleið 2985 gram og er umleið 49-50 sentimetrar til longdar. Eg eri ikki heilt greið yvir nær tað verður, men eitt 2 tal er í dagfestingini, kanska kemur tað til mín seinni, eg skal boða tær frá, tá eg veit okkurt. Hesi orðini eigur Marin Súsanna Vígdá, føroyskur clairvoyantur, ið vanliga verður rópt Súsanna og er búsitandi í Avedøre á Keypmannahavnar leiðini.
Marin Súsanna Vígdá er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Til dagligt virkar hon sum fólkaskúlalærari, og við síðuna av hesum arbeiði, virkar hon sum clairvoyantur og skipar fyri seansum, spøkilsishjálp og enntá homeparties. Hóast tað ikki var fyrr enn fyri 5-6 árum síðani, at Súsanna veruliga lat upp fyri gávum sínum, so hevur hon altíð havt tær.
Hesar gávur liggja til familjuna hjá Súsonnu, pápi hennara hevði tær og eisini hava øll fýra systkini hjá henni í ein ávísan mun uppliva gávurnar, tó at tað ikki er í so stóran mun sum hjá Súsonnu.
Seint í fjør gjørdu vit samrøðu við Súsonnu, tá avdúkaði hon m.a., at áðrenn krúnprinsaparið Mary og Frederik fingu sonin Christian, visti hon, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkan tað fór at vera. Upplýsingar, ið vístu seg at vera rættir. Nú Mary aftur ber barn, hevur Súsanna fingið innlit í málið, hóast hon hesaferð ikki veit nær tað verður, so eru upplýsingarnir um vekt og longd sera nágreiniligir.
Hon er tó somuleiðis greið yvir, at vandin við at siga okkum frá um hennara innlit, so er vandi fyri at verða til láturs.
- Vit clairvoyantar hava ikki altíð rætt, so tað er altíð ein risiko, við at deila sína vitan við onnur, sigur hon.
Mary krúnprinsessa er sambært kongahúsinum sett til at eiga fyrst í mai. Tá hon átti Christian 15. oktober í 2005, var hetta tvær vikur, áðrenn hon var sett at eiga. Vit fáa skjótt innlit í, um Súsanna hevur rætt ella ikki. Hon hevur somuleiðis lovað okkum, at sær hon nær barnið verður føtt, so skal hon boða okkum frá.
Christian var 51 sentimetrar til longdar og vigaði 3.500 gramm, tá hann varð føddur.