Mary er góðkend

Mary Donaldson úr Tasmania hevur fingið blástemplið frá Drotning Margrethu. ? Hon verður ein góð svigardóttir, sigur hennara kongaliga hátign sambært danska blaðnum BT. Nógvar gitingar eru nú um nær trúlovingin verður

Nú hevur krúnprinsurin funnið sína einastu einu. Fredrik og Mary Donaldson hava hildið saman sambært donskum fjølmiðlum í yvir trý ár, og nú vænta danir eina kongaliga trúloving.
Mary Donaldson úr Tasmania hevur eisini fingið blástemplið frá Drotning Margrethu. Sjálvt um hennara kongaliga hátign ikki er so tíðindafróð tá tað kemur til unnustuna hjá soninum, so sigur hon sambært danska blaðnum BT, at Mary uttan iva er ein góð svigardóttir.

Gitingar

Donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr gitingunum um, nær ein kongalig trúloving verður á skránni.
Ein trúloving kann ikki verða almenn fyrr enn Margretha Drotning hevur kunnað stjórnina og forsætisráðharran um trúlovingarætlarnir, og skal hetta gerast á einum ríkisráði. Og mest upplagdi dagurin til eitt ríkisráð er tann 8. oktober, so tað er tann fyrsti dagurin, gitt verður.
BT skrivar annars nógv um kongaliga parið, og veit at siga, at fyrstu ferð Fredrik og Mary hittust var í september 2000 í Sydney í Avstraliu. Fyrstu ferð Mary var á vitjan í Danmark var á nýttárinum 2001/2002.
14. februar, ella Valentines Day, 2002, váttar danska Kongahúsið fyrstu ferð alment, romansuna millum Fredrik og Mary.
Juni sama ár hevði Fredrik Mary við til eina samkomu alment fyrstu ferð, og var tað til barnadópin hjá vininum Peter Heering, sum hevði barnadóp.
Nú bíðar alt kongaríkið eftir trúlovingini og brúdleypinum. Men nær tað verður veit ongin enn at siga við vissu.